Рет қаралды 105,769
Enn eri eg ungur
Og enn í góðum lag
Mær tørvar onki føðibræv
Til at prógva tað
Eg minnist ei mín barnadóp
Og mína grulvutíð
Nú eri eg nóg vaksin til
At skilja hvat og hví
Eg vil elska
Eg vil syngja
Eg vil fevna kærleikan
Eg vil leita til tey støð
Har eg finni sannleikan
Lívið er mítt listarverk
Eg máli jú hvønn dag
Um eg fylli hundrað ár
Ei liðugt verður tað
Vónin er at myndin mín
Ein mildan skugga fær
Tá fólk í øllum heiminum
Frælsið ogna sær
Eg vil elska
Eg vil liva
Eg vil syngja friðarlag
Saman við so nógvum menniskjum
Sum altíð vilja tað...
Vilja gráta
Vilja flenna
Ynskja frið í heiminum
Og við álit á hvønn annan
Læra mangt av lívinum