Рет қаралды 9,766
Á mønu hjalsins stari
í morgun kaldur sat
í heglingsæli hvøssum;
mær tókti, at hann græt.
Og kavarokið versnar
alt út ímóti nón,
og neyðar starin visti
sær onga lívsins vón.
Men tá tað móti kvøldi
brádliga lýsti í,
og sólin fór at síggja,
so blonk og mild og blíð.
Tá fleyg í loft upp starin
og sang eitt fagurt ljóð,
tá birtist vónin aftur
í barmi, ljós og góð.
Tann vón um vár og summar
og eydnuríka tíð,
um reiður, maka, ungar,
um lív og leik í líð.
Tí starin er so vorðin,
at vónin er hans alt;
ta stund, hon hvørvur burtur,
er lívið stirt og kalt.
Orð: Símun av Skarði
Lag: finskt fólkalag
Framførsla: Harkaliðið