Рет қаралды 794
Vinni eg fram
Ólavur Højgaard syngur (Undir stjørnunum, 1998).
Orð og lag: Martin Joensen
Gangi eg regntungar gøtur,
kvøldið sítt ljós hevur kveikt.
Horvnar nú ástarleiksløtur,
horvið títt andlit so bleikt.
Skundandi skuggar, ið heilsa,
men eingin av teimum er tú.
Hvar ert tú nú, mín kæra,
svara mær, hjartað mítt, svara:
Vinni eg fram,
Vinni eg fram,
Vinni eg fram til tín?
Nátt yvir stórbýarverum,
dimmið í troyttandi sál
Tyngist á hoknandi herðum,
hvør køvdi mið mítt og mál.
Leiða meg ljós út um garðar,
føra meg vindar um høv.
Hvar ert tú nú, mín kæra,
svara mær, hjartað mítt, svara:
Vinni eg fram,
Vinni eg fram,
Vinni eg fram til tín?
Маюсь средь улиц промозглых
Вечер огни погасил.
Блекнет в сознаньи твой образ -
Той, что когда-то любил.
Встречу ль спешащие тени -
Тщетно: не то и не те.
Где ж ты теперь, родная?
Сердце моё, умоляю:
Ну, отзовись,
Ну, не сердись,
Как достучусь к тебе?
В ночь всё вокруг погрузилась,
Сумрак в усталой душе.
Дверь тяжело затворилась,
Вдруг безнадежно уже?
Буря, веди через море,
Свет, дай дорогу во тьме.
Где ж ты теперь, родная?
Сердце моё, умоляю:
Ну, отзовись,
Ну, не сердись,
Как достучусь к тебе?